Svik Judasar:Og alt fyri eitt, meðan hann enn talaði, sí, tá kom Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein heilur flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og Farisearunum og hinum skriftlærdu og fólksins elstu; og teir komu hagar við kyndlum og lampum.
Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: ???Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann og farið tryggiliga avstað við honum.???
Men av tí, at Jesus nú visti alt, sum koma skuldi yvir hann, gekk hann fram og segði við teir: ???Hvørjum leita tit eftir???? Teir svaraðu honum: ???Eftir Jesusi úr Nasaret.???Jesus sigur við teir: ???Tað eri eg.??? Men eisini Judas, sum sveik hann, stóð har hjá teimum. Tá ið hann nú segði við teir: ???Tað eri eg!??? hopaðu teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar. Hann spurdi teir tá aftur: ???Hvørjum leita tit eftir???? Men teir søgdu: ???Eftir Jesusi úr Nasaret.??? Jesus svaraði: ???Eg havi sagt tykkum, at tað eri eg; er tað tá mær, tit leita eftir, so latið hesar fara.??? Til tess at orðið skuldi ganga út, sum hann hevði sagt: ???Eg misti ongan av teimum, sum tú hevur givið mær.???
Men Judas nærkaðist Jesusi til at kyssa hann og segði: ???Heilur og sælur! Rabbi!??? og kysti hann. Men Jesus segði við hann: ???Vinur mín, hví ert tú higar komin? Judas, svíkur tú menniskjusonin við einum kossi???? Tá gingu teir at, løgdu hendur á Jesus og tóku hann.
Í Getsemane: Men tá ið teir, sum hjá honum vóru, sóu, hvussu tað mundi fara at ganga, søgdu teir: ???Harri, skulu vit sláa til við svørði???? Men Símun Pætur, sum hevði svørð, brá tí nú og sló tænaran hjá høvuðsprestinum og høgdi av honum høgra oyrað; men navnið á tænaranum var Malkus.
Men Jesus tók til orða og segði: ???Latið tað nú vera nóg mikið!??? Og hann segði við Pætur: ???Stikk svørð títt aftur í slíðrarnar; tí at allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði! Ella heldur tú, at eg ikki kundi biðið faðir mín, so at hann nú í stundini sendi mær meira enn tólv legiónir av einglum til hjálpar? Skal eg ikki drekka skálina, sum faðirin hevur givið mær? Hvussu skuldu tá skriftirnar ganga út, at tað eigur so at verða???? ??? Og hann nam við oyrað á honum og grøddi hann.
Í somu stund segði Jesus við mannaskaran: ???Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. Dag og dagliga var eg hjá tykkum í halgidóminum og lærdi, og tit rættu ikki hendurnar móti mær.
Men hetta er tykkara tími og vald myrkursins. Men alt hetta er hent, til tess at skriftir profetanna skulu ganga út.??? Tá fóru allir lærusveinarnir frá honum og rýmdu.
Og ein ungur maður fylgdist við honum, og hann hevði sveipað eitt línklæði uttan um sín bera kropp, og teir tóku hann. Men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin burtur.
Vaktarmenninir og høvuðsmaðurin og tænararnir hjá Jødunum tóku nú Jesus og bundu hann.
Kelda: Føroyska Bíbliufelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald