Fyri kostnaðarfrítt at hava hýst Undirhúsinum í Havn í meira enn 80 ár, hevur PSf Poul Hansen frá Lions Club Tórshavn fingið heiðurin sum Ársins Borgari 2018.
Í meira enn 80 ár hevur Undirhúsið í Havn hildið til í hølum hjá P/F Poul Hansen í Vágsbotni, og øll hesi árini hevur hølið við ljósi og hita verið lati brúkarunum ókeypis. Brúkararnir eru tilkomnir og eldri menn í Havn, ið dagliga hittast at stytta sær stundir við eitt nú kortspæli og hugnaligum práti aftur við einum drekkamunni.
??? Fyri hesa framúr vælvild heiðrar Lions Club Tórshavn tí P/F Poul Hansen við Høgna Hansen, stjóra, við heiðrinum Ársins Borgari 2018, segði Dánjal Joensen, formaður í Ársins Borgara-nevndini hjá Lions Club Tórshavn, tá heiðurin var handaður nú um dagarnar.
Síðstu gott og væl tvey árini hava verið broytingartíðir á matriklinum, tí hølini skuldu umbyggjast til nýggju matstovuna Tarv, men P/F Poul Hansen vildi ikki sleppa Undirhúsinum upp á fjall, men royndi at finna eina loysn, har pláss var fyri báðum ??? og tað má sigast at vera eydnast.
??? Vit eru sera fegin um, at vit funnu eina loysn, ið teir, sum dagliga brúka Undirhúsið, eru glaðir fyri, segði Høgni Hansen, stjóri hjá P/F Poul Hansen, tá hann tók ímóti heiðrinum sum Ársins Borgari frá Lions Club Tórshavn.
??? Umbygging, ið upprunaliga skuldi taka fýra mánaðir, tók gott tvey ár, men vit eru takksom fyri ta hjálp, vit tað mesta av hesi tíðini hava fingið frá Reyða Krossi, ið vildi hýsa Undirhúsinum, segði hann.
Ársins Borgari fevnir um eitt heiðursskjal og eina lítla peningagávu, men stjórin hjá P/F Poul Hansen helt, at Lions Club Tórshavn heldur skuldi lata onkrum vælgerandi endamáli teir pengarnar, og tað er tikið til eftirtektar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald