2014-05-27 17:11
Kringvarp Føroya hevur sikkurt brúkt rekord pening fyri at fáa Jørgen Niclasen niður við nakkanum. Og fer sikkurt at brúka enn meira pening, um tað stendur upp til tey áleina - men vónandi so kemur tú eisini at hugsa teg um, tá tú fer at lesa víðari ...
Sat og hugdi eftir sendingini "Tollmálið" hjá KVF, sum snúði seg um Jørgen Niclasen og hvat hesin maður hevði gjørt í síni fortíð - men so við og við eg sat og hugdi, jú vemmiligari smakk fekk eg í munnin.
Sendingini varð eitt direkta álop á løgtingsmannin Jørgen Niclasen og (fyri mítt viðkomandi) varð sendingin í so nógv av tí góða. Í sendingini spældu tey tápuligan tónleik, tá tey vístu myndir av Jørgen fyri líkasum at niðurgera og til látursgera mannin so nógv tey kundi.
Ein syndarliga vánalig propaganda sending - um tit spyrja meg. At KVF brúkar tíð og orku uppá at spilla fólk út er undir alt lágmark.
Og um Jørgen hevur snýtt í tollið er nú líkamikið fyri meg, tí tey í KVF eru farin alt ov langt. Og tað sær út sum Jan Lamhauge stýrir dokumentar'unum hjá KVF og ger hann hetta best við at framprovovera seg sjálvan sum ein ella aðru hetju hjá KVF. Ella er Mr. Lamhauge ein slags "rættvís-dómari", sum stendur á odda fyri onki órættvísi sum gongur fyri seg í Føroyum ?!?
Sjálvandi vildi Jørgen ikki geva nakra samrøðu við KVF til sendingina, sum gjørt hevur alt í sínari makt at oyðileggja lívið hjá Jørgen Niclasen. Men hvat ger nú tað ..? Tað ger tað bert nógv betri, tí so kunna fólkini handan KVF redigera sendingina, so at sendingin hóskar seg best sum ein propaganda sending, har høvuðsendamálið er at knúsa alt við Jørgen.
Er tað ongin sjálvkritikkur hjá KVF ..? Hevur KVF ongan sensur ..? Ella er tað loyvið hjá KVF, at oyðileggja lívið hjá menniskjum ..? Hvat við familjuni hjá Jørgen Niclasen ..? Hugsa tit í KVF slett ikki um, hvussu nógv tit skaða hana ..? Og hvussu leingi skula tit hjá KVF fara eftir manninum ..? Nær er nokk nokk ?!?
Eg eri ikki ein fólkafloksmaður, ei heldur ein sambandsmaður, sum skrivar hetta her - men heldur eri eg tann persónurin, sum heldur at nokk kann vera nokk. Latið Jørgen Niclasen fáa frið, KVF (Jan Lamhauge) og fari so í holt við at geva okkum onkrar "nýggjheitir" ístaðinfyri at blíva við at vísa á um okkurt gamalt "tollmál" fyri er farið framm fyri einari øld síðani.
Eg skal nú ikki siga, at ONKI skal skrivast um okkurt órætt er ført framm - men persónlig forfylgin eri eg absalutt ímóti og fyri mær virkar tað sum um, at tit eru farin persónliga eftir Jørgen Niclasen o.a. og at tit á KVF gleðast yvir, at tað gongur einum øðrum menniskja illa.
Sendingin "Tollmálið" er ein góð lýsing av fólkunum handan KVF og hvat KVF stendur fyri. Reint propaganda av tí aller fúlasta slag, um tit spyrja meg. Sendingin varð sera væl klipt saman, so at vit sum sótu og hugdu eftir henni, kundi sleppa at síggja Jørgen Niclasen í einum enn vánaligari ljósið. So um tað varð endamálið við sendingini, so vil eg bert siga: "Bravo, KVF" - nær verður "Tollmálið II" at síggja ?!?
Nåmen, til næsta val, Jørgen Niclasen - so velji eg sku' teg (um ikki annað, so bert fyri at pissa í koppin hjá tí sokallaða journalistinum Jan Lamhauge)
Hygg eftir sendinginiHERog døm sjálv/ur !!!
JáH (y) 26.06.2014
Kelda: Nordportal.net.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald