Mentan

Pedagogfelagið: Aðalfundurin 21. mars 2020 er útsettur

...

2020-03-09 16:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Føroya Pedagogfelag.

Vísandi til tilmælið frá heilsumyndugleikunum í Føroyum, um ikki at hava tiltøk fyri fleiri enn 500 fólkum, nú smittuvandin fyri Coronavirusið er, verður aðalfundur felagsins útsettur í óásetta tíð.

Somuleiðis er vandin fyri at spjaða corona smittuna til fleiri borgarar stórur, tá ið limir felagsins arbeiða so tætt saman við borgarum, hvørs heilsa er veik. og við so nógvum børnum og foreldrum, ið kunnu bera smittuna víðari.

Nevndin hevur tí tikið avgerð um at útseta aðalfundin, ið skuldi vera 21. mars 2020. Felagið hevur ikki ásett nýggja tíð, nær aðalfundurin verður, men verður fylgt við støðuni og avgerð tikin út frá smittugongdini og tilmælunum frá mynduleikunum í Føroyum.

Talgilda valið heldur tó á sum ætlað, og er seinasti møguleiki at atkvøða 20. mars 2020, klokkan 12.00.

??rslitið av valinum verður í staðin kunngjørt á heimasíðu felagsins seinnapartin 20. mars 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder