Mentan

Páskastevna í Skálafirði byrjar í kvøld

...

2021-04-01 10:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í døgunum 1. ??? 4. apríl bjóðar samkoman Keldan til páskastevnu í Skálafirði.

"Ynski og bøn okkara er, at øll skulu kenna seg væl ímillum okkum. At henda páskahátíð kann eggja og gevur íblástur fram á leiðini" sigur Pauli Høj, samkomuleiðari.

Í ár verður vitjan av Carl-Gustaf Severin úr Svøríki. Hann hevur longu fleiri ferðir verið í Føroyum.Umframt Carl-Gustaf koma Pauli Høj ogBjørgfinnurHeinesen eisini at tala.

Inni í salinum verður rúm fyri 300 fólkum, ið er samskipað saman við mynduleikunum á økinum. Tó verður mælt til skráseting á heimasíðuni.Afturat tí verða eisini øll møtinistroymd.

"Á skránni verður okkurt til allar aldursbólkar. Tað verða bæði familjumøtir, kvøldmøtir, ungdómsmøtir og syngið við tiltak." siga fyrireikarnir at enda, ið ynskja at bjóða fólki vælkomnum á stevnuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder