Mentan

Páskastevna í Hoyvík

...

2018-03-27 11:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aftur í ár ynskir Oasan at bjóða til páskastevnu, og er ætlanin at skipa fyri tiltøkum fyri bæði børn, ung og eldri. Vit ynskja við páskastevnuni at boða gleðiboðskapin um, at JESUS livir, og at hann vil, at vit skulu liva. Høvuðstalarin í ár er Wilson Goeda, sum saman við konu sínari Grace, vitjar oyggjarnar hesar páskir.

Wilson og Grace eru úr Suður Afrika, men hava vitjað í Føroyum áður, har tey m.a. hava talað til stórmøtir og ungdómslegur. Wilson var fyrstu ferð í Føroyum til Páskastevnuna í Oasuni í 2006.

Wilson ferðast víða um í verðini har hann talar og eggjar fólki til at vera tann, ið Guð ynskir tey at vera; higartil hevur hann vitjað yvir 50 lond. Bæði Wilson og Grace eru signað við framúr góðum evnum til at tala Guðs Orð, og tað er nærum ikki møguligt at lurta eftir Wilson, uttan at verða fangaður av hansara eldhugaða máta at boða gleðiboðskapin.

Umframt Wilson og Grace, verður føroysk luttøka til ta einu guðstænastuna páskadag, har Pauli Høj og Símin Jacobsen fara at tala og til ungdómsmøtið leygarkvøld, har Tom Jacobsen talar.

Til hvørt møti og hvørja guðstænastu verður eisini sangframførsla við ymiskum einstaklingum og bólkum.

Møtini á páskastevnuni verða skipað soleiðis, at kvøldmøtini vera skíriskvøld, langa fríggjakvøld, leygarkvøld og 1. páskakvøld kl 19.00. Harafturat verður guðstænasta langa fríggjadag, 1. páskadag og 2. páskadag kl 10.30.

Skíriskvøld kl 22.00 verður skipað fyri ungdómscafé, har tónleikur og hugni er á skránni. Umframt hetta verður ungdómsmøti langafríggjakvøld og leygarkvøld kl. 22.00. Wilson talar á ungdómsmøtinum langa fríggjakvøld.

Einki familjumøti verður, men skipað verður fyri barnamøti/barnaansing, tá talan byrjar á kvøldmøtunum langafríggjakvøld, leygarkvøld og páskakvøld.

Páskakvøld kl 22.00 verður skipað fyri ???syngið við??? tiltaki, har øll kunnu syngja við til kendar felagssangir.

Tulkað verður til føroyskt til allar guðstænastur og til møtini kl 19.00.

Vit ynskja, at páskastevnan verður til signing og endurnýgging fyri Guðs fólk, til frelsu fyri syndarar og til grøðing fyri menniskju, sum hava likamlig ella sálarlig mein.

Fullfíggjað skrá yvir møtinisæst her(http://oasan.fo/#skrain).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder