Mentan

Páskastevna í Fuglafirði 2018

...

2018-03-26 14:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Páskastevnan 2018

Aftur í ár bjóða vit til páskastevnu í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali.

Tær tríggjar samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum, sum verða frá skírhósdegi 29. mars tilpáskadag 1. apríl.

Møtini skírhósdag og langa fríggjadag verða í Siloa kl. 18.

Skírhósdag tala Páll á Lakjuni, Marita á Lakjuni og Arni Zachariassen.

Langa fríggjadag tala Noomi Gregersen og Poul Jóhan Djurhuus. Eisini luttekur Siloakórið.

Langa fríggjadag kl. 21 verður ungdómsmøti í Siloa. Símun Absalonsen talar.

Leygardagin verður farið á Kambsdal.

Sum nakað nýtt verða fimm forvitnisligir áhugatímar í Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Tímarnir vera kl. 15 og endurtiknir kl. 16 við drekkamunni ímillum. Møguleiki er at velja tveir tímar.

Áhugatímar:

· ???Uppliva menniskju Jesus trúfastan?" - Jógvan Zachariassen

· "Rættvísi - at gera rætt" - Hanna Vang

· "At vera leiðari á Zarepta" - Zarepta

· "At síggja persónin í demensinum og vera avvarðandi" - Róland í Skorini

· "Tikin av sjórænarum" ??? samrøða við Jógvan Páll Sevdal

Leygardagin kl. 20 verður møti í Ítróttarhøllini á Kambsdali, Anita Tausen, Synøva av Rana og Jákup Hansen tala. Sangbólkurin Døgg úr Betesda luttekur.

Ungdómsmøti verður kl. 22. Klæmint Eliasen talar.

Páskadag er familjumøti kl. 12. Sharon Ellingsgaard og Oddur á Lakjuni tala.

Kl. 14 verður møti við breyðbróting, Jógvan Zachariassen talar.

Máltíð verður millum møtini kl. 13.15

Kl. 14 verður eisini sunnudagsskúli í Miðnámsskúlanum.

Endað verður páskadag kl. 19 við konsert við M. C. Restorff, Siloakórinum, Daniu Tausen og T.O.S. í Høllini á Kambsdali.

Skráin sæst á www.hebronleirvik.org og á Facebook, https://www.facebook.com/events/2020747058204899/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder