Mentan

Páskaheilsan frá Føroyska Bíbliufelagnum

...

2021-04-04 09:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gleðiligar páskir ??? allir føroyingar!Gott at vit nú aftur kunna møtast heima, í kirkjum og í samkomum. Boðskapurin hevurseinasta árið ljóðað og sæst víða um landið, nú gudstænastur, møtir, sangløtur ogandaktir hava verið at síggja á netinum, men felagskapurin við næstan (annað kallið íkristindóminum!) hevur verið nógvur saknaður. 

Á páskum lesa vit um, hvussu livandi vinarlag og felagskapur eftir stuttari tíð kannsindrast. Lærusveinarnir høvdu í trý ár fylgst við Jesusi og lært hann og boðskaphansara at kenna í orðið og verki ??? ein óbroytilig eind, kundi ein hugsa. Men so fer altí upploysn eftir eini løtu. Allir lærusveinarnir sviku, tá mest galt um. Ja, sjálvt Frelsarinmerkti menniskjaliga veikleikan og bað Faðirin um at sleppa undan skálini hann skulditøma. 

MEN, so koma orðini: «Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt» Mark 14,36. Hetta eruorðini sum broyttu heimssøguna - og tað ger tað eisini fyri teg og meg. Trúgv ogfelagskapur, sum er bygdur á mannadygdir, er svikaligur. Tað krevst annað tilfar ogonnur grund, og tað var júst tað, sum Jesus fullførdi við at lata seg yvir í Guds hond ogvilja. 

Takk Jesus, at tú setti teg sjálvan í veð fyri at geva okkum møguleikan at vísa til krossin.Her kann hvør menniskja í heiminum játta sína synd og gerast fræls frá dómi og straff.Av sonnum - gleðiligar páskir!- 

Føroyska Bíbliufelagið vil bera øllum Føroya fólki eina stóra takk fyri dyggan stuðultil nýggju bíbliuumsetingina. Higartil er meira enn hálv millión komin inn og hettastendur ein fjøld av fólki úr øllum kirkjum og samkomum og samfelagsbólkum um altlandið aftanfyri. Hjartans tøkk fyri tað! 

Vegna Føroyska Bíbliufelagið, 

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,Gunnar Nattestad Aðalskrivari og Bergur D. Joensen Formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder