Fólkakirkjan:
- Føstan er ein serstøk tíð, tí hon appelerar til, at vit seta ferðina niður, og dvølja við pínslusøguna hjá Frelsara okkara, Jesusi.
Hetta sigur Ovi Brim, sóknarprestur og búsitandi á Nesi, nú vit eru farin undir fyrireikingina til komandi páskahøgtíðina, har pínslusøgan er hon ið bindur alla tilgongdina saman.
Og hann heldur fram: - Í pínslusøguni eru so mangar løtur, ið er so intensar, at vit ikki heilt kunnu fata tær.
Fyri Ova og hinar prestarnar í føroysku fólkakirkjuni er føstan ein strævin tíð í so máta. Umframt tær vanligu gudstænasturnar og aðrar kirkjuligar tænastur, so verða teir bodnir út í aðrar sóknir at prædika við føstugudstænasturnar.
Men ikki tí, - nógv evni og nógvir vinklar eru at taka fram í prædikunum, ikki minst út frá sálarstríði Jesusar í Getsemane.
Ein av vinklunum, ið Ova dámar væl at taka fram, er tá ið Jesus sigur "Tað eri eg", og teir sum komnir eru at taka hann, í roynd og veru fella til jarðar. Og ikki minst, tá ið uppøsta mannamúgvan heldur ynskir ránsmannin Barabbas leyslatnan, enn tann lýtaleysa Jesus.
- Eg haldi, at orðini hjá Jesaja profeti standa greið í føstutíðini: Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum.
- Og fyri meg vekir tað bæði undran, og ikki minst takksemi fyri frelsuna, soleiðis at kunna arbeiða meg ígjøgnum hesar tekstirnar. Tí haldi eg avgjørt, at føstugudstænasturnar eru góðar, slær Ovi Brim fast.
SANGUR OG LIST
Fyri Jákup Reinert Hansen, ph.d. og lektara í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya, er eingin ivi um, at vit her á landi veruliga kunnu hava gleði av hesum føstugudstænastunum.
Í samrøðu við tíðindablaðið Sosialurin farna vikuskiftið vísir hann á, at hesin siðurin bert er varðveittur í Føroyum, og tí hava vit hesar gudstænasturnar hvørja viku í føstuni. Summastaðni eru tær tó færri.
At byrja við vóru føstugudstænasturnar hildnar mikumorgun, men síðst í 1800-talinum varð hon flutt til um kvøldið. Summastaðni verða tær hildnar hóskvøld, og onkustaðni sunnukvøld.
Ein sær eisini, at kirkjurnar ofta velja at gera meiri burturúr í samband við hesar gudstænasturnar. Onkustaðni vitjar gestasangari, og onkra aðrastaðni verða eitt listafólk boðið at siga frá sínum arbeiði.
Á onkrum heilt triðja staði hevur ein víst ein film við góðum innihaldi, har ein so hevur tosað saman um innihaldið aftaná, afturvið einum góðum kaffimunni.
??R KIRKJUNI
Uppaftur á øðrum støðum, har ein hevur tvær kirkjur, skipar ein tað so, at tríggjar gudstænastur vórðu hildnar í gomlu kirkjuni og tær seinastu tríggjar í nýggju kirkjuni.
Tey, sum vóru ung í Havn í 70' og 80'unum, og fóru til føstugudstænast
urnar í Havnar kirkju, minnast helst, at siður var at fara niðan í KFUM aftaná til eina hugnaliga samveru við turrum fiski og spiki. Ofta kom presturin við og greiddi frá onkrum áhugaverdum evni.
Hugskotini um at gera okkurt serstakt burtur úr hesum føstugudstænastum tróta ikki. Eitt annað dømi er á Eiði, har ein snøgt sagt hevur valt at flyta gudstænastuni úr kirkjuni og niðan í skúlan.
Mikukvøldið 14. mars verður gudstænastan nevniliga hildin í Mentanarhøllini í Eiðis skúla, og annars skipað sum ein tónleikagudstænasta saman við Eiðis Ljómfelagi.
LEYSLIGUR DÁMUR
Ein annar siður við hesum føstugudstænastum er, at prestarnir hesa tíðina fáa møguleika at vitja aðrar kirkjur kring oyggjarnar.
- Nú er møguleiki at fara at prædika á øðrum staði, enn har ein er settur at virka. Og tað gera prestarnir brúk av, vísir Jákup Reinert Hansen á.
Og hann leggur aftrat:
- Tankin við tí er helst tann, at allar teir vanligu sunnudagarnar skulu prestarnir vera har, sum teir eru í starvi. Hesar gudstænasturnar í føstu hava ein meiri leysligan dám.
- Hetta at prædika í øðrum kirkjum er væl skipað, og tí eru føstugudstænastur í stórum parti av føroysku kirkjunum í føstuni.
Orð: Snorri Brend/Savnsmynd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald