Ítróttur

Ov stuttir móti Makedonia

...

2016-04-09 21:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Við sigri í dag høvdu okkara U20-menn havt góðan møguleika at vinna seg til EM-endaspæli, tíverri tóku vit ikki av. Møguleikin var til staðar at vinna móti Makedonia, men ov nógvir brendir møguleikar og tekniskar villur í seinna hálvleiki gjørdi, at okkara taptu 21-17, eftir 8-8 í hálvleikinum. Okkara leikarar gjørdu ein megnar innsats, verjan var góð og allir góvu alt teir høvdu, men vóru tíverri ikki nóg kaldir í avgerandi løtunum.

Málskjúttar vóru:
Helgi H. Hoydal 4
Kjartan Johansen 4
Áki Egilsnes 4
Jónas G. Djurhuus 3
Fríði Weyhe 1
Pætur Thomsen 1

Niklas Simonsen 30%

Í morgin kl. 12.00 møta okkara Sveis, sum er sterkasta liðið í bólkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder