Vinna

Ov dýrt at leiða Castberg-oljuna til lands

...

2014-04-07 00:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Oljan.fo skrivar: Okkurt bendir nú, at tað verður ov dýrt hjá Statoil at leiða oljuna frá Johan Castberg-leiðini inn á land. Ein loysn kann vera eitt framleiðsluskip úti á havi.

Erik Strand Tellefsen, sum er menningarstjóri hjá Statoil, váttar fyri norsku tíðindastovuni NTB, at felagið umhugsar møguleikan við einum framleiðsluskipi, men at eingin avgerð er tikin enn.

Royndirnar at vita, um meiri mundi vera at finna afturat teimum stóru Skrugard og Havis-leiðunum, góvu einki úrslit og hava verið eitt vónbrot. Fýra brunnar eru boraðir síðani í mai í fjør. Í trimum teirra var nakað av gassi og eitt lítið sindur av olju í tí fjórða.

-Hetta var nógv minni, enn vit væntaðu. Men kortini hava vit fingið nakað burtur úr hesum boringunum, tí tær hava givið okkum betri kunnleika til jarðfrøðina har, sigur menningarstjórin.

Menn kunnleikin er kortini ikki nóg mikið, til at Johan Castberg-leiðin einsamøll kann fíggja loysnina við einari rørleiðing til goymslustøðina í Veidnes uttan fyri Honningsvåg.

-??kta vitanin um jarðfrøðina vísir, at loysnin við einari rørleiðing er í dýrara lagi, so vit mugu finna eina aðra loysn, sigur Erik Strand Tellefsen við NTB.

???

Vilja hava leiðing

Tað hóvar ikki Bente Nyland, stjóra í Oljustýrinum, at Statoil umhugsar at fara frá ætlanini at leiða oljuna í land við Veidnes. Hon vísir á, at ein leiðing har kundi komið øðrum leiðum til góðar, og at tað kann útseta fleiri verkætlanir í langa tíð, verður eingin leiðing løgd har.

-Í løtuni er Johan Castberg-leiðin drívmegin í Barentshavinum. Vit eiga at seta leiðini krøv, og at tað er neyðugt at hava grannaleiðirnar í huga. Tað ræður um at savna so mikið av tilfeingi, at tað kann fíggja útreiðslurnar, sum ein tílík leiðing kostar, sigur Bente Nyland við NTB.

Tord Lien, olju- og orkumálaráðharri, hevur eisini sagt, at hann heldur tað vera rættast at leggja eina rørleiðing frá Johan Castberg-leiðini til Veidnes.

Statoil vil ikki geva nakra tilsøgn um leiðing, kanska heldur tvørturímóti. Hinvegin vissar felagið um, at leiðin verður ikki slept.

-Tað er eingin ivi um, at verkætlanin verður framd í verki, sigur Erik Strand Tellefsen.

Hildið verður, at millum 400 og 600 milliónir tunnur av olju eru í Johan Castberg-leiðini, sum er tann norðasta oljuleiðin á sjónum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder