2020-07-16 07:30
Orrustan í Mykinesi
Í farnu viku var?? eg útfer?? saman vi?? ø??rum í Mykinesi.
Eisini vóru vit úti í Mykineshólma og hugdu eftir lundum og súlum.
Fyri at koma út í Mykineshólma, noy??ist man at ganga ígjøgnum eitt lundaland, sum eg meini tey har vesturi kalla fyri í Lamba.Mikil orrusta hevur tiki?? seg upp um hetta strekki?? í løtuni, tí at tey har vesturi eru farin í holt vi?? at gera eina gøtu til fer??afólk at ganga eftir.
Hetta dámar teimum fínu vi?? spí??skum skóm og pennum í Havn, VFI, ikki, og royna at leggja teimum har vesturi fótonglar í vegin, so ongin gøta skal ver??a gjørd.
Á hesum sta??i sæst nógv slit í lendinum har fer??afólkini ganga, sum sæst á myndunum, og ta?? er skilligt eftirsum fer??afólkini eru nógv, brattlendi er, og nógv eru fer??afólkini i?? hava broti?? sær beini?? á hesum strekki, tí ta?? gerst sera hált tá vátt er.
Sum ta?? eisini sæst á myndunum, er onki slit á bønum, har gøtan er gjørd. Gøtan er eisini hegnisliga løgd í lendi??, so langt burturfrá lundaholunum sum møguligt er.
Mykinesfólk hava mist serstakliga nógv, sí??ani tey sjálvbo??i?? góvust at taka lunda.Afturfyri hevur fer??avinnan tiki?? dyk á seg, og er í dag eitt gott bein hjá teimum har vesturi at standa á.Tey lokalu vita oftast best um hvat rættast er at gera, og eg má siga at hendan gøtan sum er í fer?? vi?? at ver??a gjørd kemur at ver??a til stórt gagn fyri bæ??i lendi?? og fuglalívi?? á sta??num, fyri fólki?? í Mykinesi býr, og sanniliga eisini fyri trygdina hjá teimum sum velja at vitja hetta sermerkta sta??.
Fri??ingarnevndin vi??ger?? máli?? um gøtuna nú, og eg hopi at tey har vesturi sleppa at gera hesa gøtuna lidna.Mín stu??ul skulu tey í øllum førum fáa, sum royna at veita lendinum bøtandi hond.
Lat mykinesfólk sleppa at skipa fer??avinnuna har vesturi sjálvi.
Tey eru gó?? vi?? lendi??, fuglin og oynna sum heild.Brandur Sandoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald