Vinna

Orkusparing: Tveir veitarar undangóðkendir

...

2015-06-26 16:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
ROYNDARVERK??TLAN: Í sambandi við sonevndu ESCO-royndarverkætlanina hjá Landsverki, ið snýr seg um orkusparing í almennum bygningum, hava tveir veitarar bjóðað seg fram til at verða undangóðkendir. Talan er um tvær útlendskar fyritøkur, har onnur hevur føroyskar undirveitarar.

Tað var í apríl í ár, at Landsverk bjóðaði áhugaðum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á arbeiðið at fara undir eina royndarverkætlan, sum hevur til endamáls at fremja orkusparandi átøk í almennum bygningum undir landinum.

Freistin at søkja um undangóðkenning var 15. juni, og tá freistin var farin, gjørdist greitt, at tveir veitarar søktu um undangóðkenning. Talan er um danska dóttirfyritøkuna hjá stóru týsku elektronikkfyritøkuni, Siemens, og donsku fyritøkuna, Kemp & Lauritzen. Fyrstnevnda bjóðar seg fram saman við føroysku ráðgevunum, SNA Arkitektar og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar. Báðar fyritøkurnar vórðu undangóðkendar.

Í fyrstu atløgu er talan um at geva tilboð til at orkuumvæla níggju almennar bygningar undir landinum. Í høvuðsheitum er talan um at umvæla útsíðu við at gera nýggjan klimaskerm ??? klæða og bjálva ??? og skifta vindeygu. Somuleiðis kann nógv sparast við leggja um til meira orkusparandi ljós- og elskipanir, eins og peningur er at spara við at dagføra ella skifta út eldri hitaskipanir.

ESCO-verkætlanin verður lýst soleiðis: ???Uppgávan fevnir millum annað um orkugreining, skjalfesting og fígging av teimum viðmæltu arbeiðstøkunum, prosjektering og fremjing av teimum viðmæltu arbeiðstøkunum, herundir orkusparandi teknisk tiltøk og klimaskermendurnýggjan/útskifting."

Orkuverkætlanin er skipað sum eitt alment-privat samstarv, og hevur til endamáls at spara orku og harvið minka um oljunýtsluna í almennum bygningum.

Fleiri fíggingarhættir eru møguligir í sambandi við eina ESCO-verkætlan, men í høvuðsheitum kann sigast, at partarnir deilast um bæði fígging og váða. Tað privata kann fíggja alt arbeiðið, ella tað almenna fíggjar ein part og tað privata ein. Í sambandi við royndarverkætlanina hjá Landsverki er seinni fíggingarhátturin valdur.

Tilboðini hjá teimum báðum undangóðkendu fyritøkunum skulu vera inni 2. november, og sjálvt arbeiðið við orkuumvælingini av teimum níggju bygningunum byrjar væntandi beint eftir árslok.

Fakta
ESCO er stytting fyri ???Energy Service Company???, ið hevur sín uppruna í oljukreppuni fyrst í sjeytiárunum í USA. Oljuprísirnir, sum høvdu verið munandi lægri enn prísirnir á bjálving, fóru brádliga at hækka rættiliga nógv. Skipanin byrjaði sum ein roynd at byrgja upp fyri skjótt vaksandi orkuútreiðslunum. Við at nýta skipanina tryggjar ESCO-fyritøkan, at orkunýtslan verður skerd við einum sáttmálabundnum prosentparti innan eitt ávíst tíðarskeið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder