2013-08-03 03:02
Tvey ferðamannaskip skuldu vitja á Havnini í dag, men vindurin var so nógvur, at tey valdu at fara aðrastaðni.
Oriana, sum er 261 metrar langt og 36 metrar breitt, fór í Norðhavnina í Klaksvík, Oriana kom tíðliga í morgun og loysti aftur seinnapartin, kósin er nú Southampton.
Hamburg er 144 metrar langt og 20 metrar breitt, Hamburg fór á Kollafjørð (Oyrareingir) og lá har til kl. 20 í kvøld, Hamburg hevur eisini sett kós í ein sunnan.
Tá Hamburg kom á Kollafjørð var torusláttur og regn, men í kvøld, tá ið teir loystu, var summarveður, sí myndirnar niðanfyri.
Nógvir bussar við ferðafólki hava verið at sæð í Vágum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald