Mentan

Opið hús í Elim í Søldarfirði

...

2018-05-03 20:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sunnudagin 06. mai verður nýrenoveraði salurin ELIM í Søldarfirði tikin í brúk, samstundis sum 10 ára føðingardagurin hjá KRISTILIGU SJ??NVARPSST??ÐINI IKTUS verður hildin.

Opið hús verður frá kl.16:00 í hugnaligu nýggju hølunum í Elim. Á pallinum koma sangarar og tónleikarar at undirhalda við góðum spæli og sangi, meðan fólkið hugnar sær við drekkamunni og onkrum søtum afturvið.

Kl.18:00 verður sangmøti har Eyðun Jacobsen og aðrir koma at leiða felagssangin, og ymiskir vitnisburðar verða eisini at hoyra.

SAMKOMAN ELIM OG KRISTILIGA SJ??NVARPSST??ÐIN IKTUS bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder