JN

Opið hús á Vinnuháskúlanum

...

2014-04-16 17:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vinnuháskúlin roynir í hesum døgum at seta fokus á navigatørútbúgvingarnar, serliga skiparaútbúgvingina.

Skúlin fær met nógvar umsóknir til bæði skipsførara og maskinmeistara, mentað er sera trupult, at fáa nóg nógvar skikkaðar umsóknir til skiparaútbúgvingina.

Høvuðstrupulleikin er kravið um 18 mánaðar sigiingartíð.

Skúlin tók einans 7 skiparanæmingar inn á Vinnuháskúlan í januar í ár.

Hetta er ein sera álvarsom gongd, ti kravið at sleppa inn á skipsføraraútbúgvingina er, at næmingarnir hava skiparaprógv. Tvs., at verandi gongd kemur í longdini eisini at ávirka skipsføraraútbúgvingina.

Skúlin ætlar tí at skipa fyri einum "Opið hús" sí tíðindaskriv niðanfyri.

Tíðindaskriv:

Opið hús á Vinnuháskúlanum í Nóatúni, flaggdagin 25. apríl frá kl. 1600 til 2000

Skrá:

1615 Sólvá Rúnadóttir hevur framløgu um sigling við skúlaskipinum ???Danmark???

1700 Pauli Poulsen greiðir frá, hvussu tað er at vera lesandi á Vinnuháskúlanum.

1745 Hanus Kjølbro kunnar um sjóvinnuútbúgvingina hjá Sjónámi í Klaksvík.

1830 Petur av Vollanum, skipari á Norrønu, greiðir frá sínum royndum í altjóða sigling.

1915 Tórhallur Staksá, skipari hjá Skansi Offshore, greiðir frá sínum arbeiði í frálandavinnuni.

Møguleiki erat síggja framkomnu útgerðina á skúlanum, eins og kunnað verður um upptøkutreytir og starvsmøguleikar eftir loknan lestur.

??ll eru hjartaliga vælkomin !

Vinnuháskúlin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder