Undir Mentanarnáttini 1. juni lata vit á Landsverki dyrnar upp á høvuðsskrivstovuni í miðbýnum í Havn. Vit bjóða øllum borgarum hjartaliga vælkomin inn á gólvið at hátíðarhalda sjeyti ára dagin saman við okkum.
Í sambandi við at Landsverk 1. apríl í ár hevur sjeyti ár á baki, bjóða vit inn á gólvið Mentanarnáttina á Tinghúsvegi 5 til ein kaffimunn og lagkøku. Dyrnar lata upp klokkan 18.00, og vit hava opið til klokkan 22.00.
Meðan foreldrini fáa sær ein kaffimunn inni í kantinuni, kunnu børnini hugna sær við at byggja torn við spælikubbum og/ella royna seg við fjarstýrdum bilum á einum mini-infrakervi ella koyribreyt úti í garðinum, har ein pylsuvognur eisini fer at standa.
Tiltakið hetta kvøldið fevnir harafturat um eina forvitnisliga søguliga framsýning, ið lýsir virksemið hjá stovninum frá byrjan fram til í dag.
Hóast føroyska vegasøgan er væl yngri enn í grannalondunum, so er hon munandi eldri enn stovnurin Landsverk, tí hon gongur umleið 115 ár aftur í tíðina til 1903. Hetta var, tá ein norskur verkfrøðingur kom til Føroya við teirri uppgávu at gera eitt álít um telefonsamband og síðani tilrættisleggja bygging av einum føroyskum vegakervi. Og tó, longu árið fyri vóru sandoyingar farnir undir vegagerð millum Sand og Søltuvík. Eisini var tað í Sandoynni, at fyrsti millumbygdavegur varð gjørdur. Hetta var í 1916, tá koyrandi var millum Skopun og Sand.
Vit skulu tó 32 ár fram í tíðina til 1948, tá táverandi Landsverkfrøðingurin ??? nú Landsverk ??? varð sett á stovn. Sostatt hevur stovnurin í ár 70 ár á baki.
Inngongdin til tiltakið hetta kvøldið verður frá Sverrigøtu og inn í garðin hjá Landsverki beint aftan fyri Ebenezer.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald