Mentan

Ongantíð fyrr verið so nógv atgongumerkir seld í forsølu

...

2018-06-12 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Country festivalurin í Sørvági er á skránni í vikuskifitnum, í morgin er seinasti dagar tað ber til at keypa atgongumerkir í forsølu.

Fólkini aftanfyri Country festivalin siga við jn.fo, at tað ongantíð fyrr hevur verið so nógv atgongumerkir seld í forsølu. 

178 húsvognar hava keypt sær pláss til Country festivalin, og frá Visit Vágar siga tey, at møguliga fáa tey selt okkurt pláss afturat, men so er at skunda sær.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder