Kristiliga Tíðindatænastan:
Síðani Operaration Mobilisation (OM) varð loyst frá donsku deildini í januar 2012, og gjørdist føroyskt burturav, hevur aðalfundur verðið hildin á hvørjum ári. Men Koronaárið 2020 vendi øllum á høvdi, og soleiðis eisini við árliga OM-aðalfundinum, sum eisini var erfaringin hjá fleiri øðrum aðalfundum um alt landi.
Men nú varð aftur lýst til aðalfund mánakvøldið 19. apríl kl.19:30, og enntá í heilt nýggjum umstøðum, nevniliga í felagsskrivstovuhølum í bygninginum hjá SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar í J.H Schrøtersgøtu 11 í Tórshavn. Eitt sera væl egna høli, har ikki færri enn 11 ymiskir kristiligir felagsskapir hava sítt skrivstovuvirki undir sama taki og í sama høli við felags fundarhølum og felags kantinu. Eitt satt umhvørvisvinarligt átak. OM skrivstovan hevur í mong ár leigað skrivstovuhølir í handilsbygninginum hjá Navia á Toftum.
Væl av fólki var møtt upp til aðalfundin, og gott var at síggja hvønn annan aftur eftir eitt turt, men kortini eitt hendingaríkt Koronaár. Jens Christian Olsen varð valdur til orðstýrara.
FORMANSFRÁGREIÐING v/ Absalon Áargarð
Nevndarformaðurin, Absalon Áargarð, legði fram frágreiðing, sum fevndi um bæði 2019 og 2020. Hann byrjaði soleiðis: ???Vit fóru inn í 2020 við stórum ætlanum og spenningi, tí ætlaninnar vóru bæði nógvar og spennandi, men so kom Korona og steðgaði øllum!???
??tlanin var, at Logos Hope skuldi vitja í Føroyum í 2020. Somuleiðis var sett út í kortið at gera eitt átak í Íslandi. Eisini var meiningin at skipa fyri tí stóra Teen-Street tiltakinum í Føroyum eins og árini frammanundan, men alt hetta varð av ongum, segði formaðurin.
Áhugavert var at hoyra um tey mongu, sum, hóast Korona, hava verið í stutttíðarmissión nevniliga í koronaárinum 2020. Talan er um einstaklingar og hjún, sum telja ein fittan skara í alt. Hesi hava í Koronaárinum 2020 verið við OM frá tveimum mánaðum til eitt ár. Tí kann man siga, at árið 2020 var hóast alt eitt hendingaríkt Koronaár.
Hjálparfólk og starvsfólk hjá OM fingu eina vakra ???buket??? frá formanninum, tá hann rósti teimum við hesum orðum: ???At OM-Føroyar er komi, har til vit eru í dag, er dugnaligum og engageraðum starvsfólkum at takka!???
NEVNDIN
Í OM-nevndini í dag, sum telur 5 limir, eru Randi Joensen, Nes Toftir. Kristianna Johannesen, Toftir. Durita Joenna Jacobsen, Tórshavn. Absalon Áargarð, Tórshavn og Jens Christian Olsen, Toftir. Nevndaruppbýtingin millum samkomurnar er, sambært galdandi viðtøkur fyri OM-Føroyar, skipað soleiðis: Tveir limir úr Heimamissiónini, tveir limir úr Brøðrasamkomuni og ein lim úr Karismatisku rørsluni.
ROKNSKAPUR
Dánjal av Rana, sum er dagligur leiðari í fullari tíð, greiddi frá roknskapinum fyri 2019 og 2020. Har var nógv áhugavert at frætta. Talan er um fleiri milliónir, sum OM-Føroyar hava umsitið og sent víðari, har tørvurin er stórur. OM-Føroyar tryggjar sær, at hjálpin kemur fram til rætta móttakaran.
MARGARETH DJURHUUS
Eisini varð kunnað á fundinum, at Margareth Djurhuus, Syðrugøta, hevur fingið sæti í Europeisku Tenn-Street nevndini, sum telur fýra limir í alt. Hetta er fyrstu feð, at føroyskt umboð er í nevnd á hesum støði innan OM. Aðalfundurin staðfesti, at Margareth hevur átikið sær stóra ábyrgd, og heitti á fundarfólkið at minnast hana í forbøn. Seinni á fundinum greiddi Margareth frá hvat hennara arbeiðsøki kemur at vera. Tað enska starvsheiti er PEOPLE DIRECTOR.
TEEN-STREET
Andrias Magnussen, sum er við í føroysku Teen-Street leiðsluni, greiddi frá um Teen-Street. Stóra árliga Teen-Street legan í Týskalandi verður ikki í ár orsaka Korona, men aftur í ár fer man at hava Teen-Street í Føroyum, sum verður í døgunum 04 ??? 08 august. Hvussu hetta verður skipað verður greitt frá seinni. Andrias Magnussen var fegin yvir at kunna staðfesta, at hóast tað stóra árliga føroyska Tenn-Street tiltakið varð avlýst í fjør, so eydnaðist tað kortini at hava fleiri smærri Teen-Street tiltøk runt í landinum, har fleiri enn túsund ungdómar luttóku.
ÍSLAND
Til seinast kom Jóan Petur Johannesen, fyrrverandi leiðari í OM-Føroyum, við eini forvitnisligari verkætlan. OM-Føroyar hevur sett sær sum mál at náa tey ónáddu í nærumhvørvinum. Jóan Petur upplýsti, at Ísland er okkara nærmasti granni, men har eru stór umráðir, ið eiga at metast sum ónádd, har eingin evangeliskur vitnisburður er. ???OM-Føroyar ynskir at gera eitt pionerarbeiði í Íslandi í nærmastu framtíð!??? segði Jóan Petur.
VIÐMERKING HJÁ UNDIRRITAÐA: Til hetta skal eg viðmerkja, at eg gleðist stórliga um hesa verkætlan. Tó skal viðmerkjast, at roynd hevur verið gjørd frá danskari OM síðu, fyri árum síðani, at byrja OM-arbeiði í Íslandi.Hetta var meðan Børge Klit Johansen var OM-leiðari í Danmark. Tvey umboð fyri OM-Danmark, har Børge sjálvur var annað umboðið, vóru í Reykjavík, har fundur varð hildin við umboð frá fleiri ymiskum samkomum í Íslandi, har ímillum Jógvan Purkhús, sum hevur verið trúboði í Íslandi síðani 1964. Lagt var upp til, at íslendingar vóru vælkomnir at melda seg til luttøku við OM.
Sum eitt lið í hesi nevndu vitjan úr Danmark, vitjaði eisini Logos II í Reykjavík í august 2007, sum eisini var ein roynd til tess at fáa samstarv við Ísland. Onkrar Íslendskar gentur meldaðu seg til at arbeiða umborð, meðan Logos var í Reykjavík, har ímillum var Sólrun Haraldsdóttir, sum í dag býr í Fuglafirði. Sólrun sigur við Kristiligu Tíðindatænastuna, at vitjanin hjá Logos II í Reykjavík var hennara fyrsta veruliga møti við OM. Fuglfirðingurin Leivur á Lakjuni, var ein av LINE-UP fólkunum í Reykjavík undan vitjanini hjá Logos II.
Aðalfundurin endaði við hesum orðum:
???Framtíðin er óviss, men Gud hevur framtíðina í síni hond!???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald