2017-10-24 13:59

Sandavágsmenn eru í dag á fjalli í Háls. Tað var tjúkt í mjørka tíðliga í morgun, so teir fóru ikki avstað fyrrenn klokkan nærkaðist 11, tað gekk væl at reka, teir komu í rætt um 2 tíðina.
Nú eru øll fjøllini gingin í ár. Miðvingar eru á Uttanhús í dag, tað er eisini seinasta fjallið í Miðvági í ár.
Seyðurin hevur roynst avbera væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald