2018-04-04 15:50

Olga Maria hevur gjørt ein sannan roktúr, teir fiskaðu norður úr Mykinesi í 1½ døgn og fingu 80.000 pund, so gott sum alt var góður toskur, veiðan er boðin út á Fiskamarknaðinum fyri kr. 608-túsund.
Teir komu á Leirvík í nátt, men ávegis inn bóru teir við land á Líðarenda, sum er tætt norðanfyri Blankskála, skiparin Gullak Gullaksen segði, tá ið vit tosaðu við hann, at teir komu á Leirvík um 4-tíðina í nátt. Hann visti ikki at siga, um nakar skaði var komin á skipið, Olga Maria skal upp á skipasmiðjuni MEST tíðliga í morgin, fyri at kannað møguligan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald