Ítróttur

??lavsøkurenningin 2014

...

2014-07-20 20:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eingin ??lavsøka, uttan renning, og soleiðis er eisini í ár. Startskotið til renningina verður tann 27. juli kl. 18.00 og hjá teimum flestu er tað eisini startskotið til eina góða ??lavsøku.

Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri útisetum er tað ein fastur táttur, at renna við ??lavsøkurenningini. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.

Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km.

Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til ??lavsøkurenningina og vilja vit aftur í ár bjóða tykkum øllum vælkomnum at luttaka í renningini. Vit eru sera glað um góða samstarvið við Lützen´s Timburhandil, sum bjóðar okkum innum at býta startnummur út og at handa medaljur aftaná renningina.

Tað loysir seg at melda til í góðari tíð og er sera ómakasleyst, tí gjaldast kann við tilmelding, og áðrenn 25.juli kostar tað 80 kr fyri vaksin og 40 kr fyri børn. Farið inn á renn.fo og veljið??? tilmelding??? ella inn á okkara heimasíðu bragdid.fo og veljið ???melda til kapping??? .

Vit síggjast 27. juli at svikstarta ??lavsøkuna á Skálatrøð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder