JN

Okkara lega fyri 20. ferð

...

2013-09-05 12:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri tjúgundu ferð verður Okkara lega, ið er lega fyri fólki við rørslutarni ella menningartarni og avvarðandi teirra, hildin í Nesvík, og í hesum sambandi verður nógv gjørt burturúr

Okkara lega er ein lega, sum fólk við rørslutarni ella menningartarni og avvarðandi teirra gleða seg til á hvørjum ári. Undirtøkan hevur altíð verið sera góð, og tað vænta fyrireikararnir eisini, at hon verður hesa 20. ferðina.
Legan verður í Leguhúsinum í Nesvík í døgunum frá 13. til 15. september.
??? Har verður nakað fyri øll, ítriv, spæl, sangur og ikki at gloyma ríðing. Leygarkvøldið verður hugnaløta, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at hugleiða, og Rógvi Dam fer at standa fyri undirhaldinum, sigur Kristian Fríðrik Olsen, Klaksvík, sum er ein av fyrireikarunum. Hann leggur afturat, Okkara lega er hæddarpunktið á árinum hjá sær.

Skrá fyri Okkara legu sæsther.

Kelda: trubodin.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder