JN

??keypis lestrarkort ??? freistin fríggjadagin 1. november

...

2013-10-30 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu mánaðirnar hevur ?? lýst við, at lesandi kunnu skráseta seg á heimasíðuni www.o.fo og fáa ókeypis lestrarkort, um tey eru undir útbúgving í Føroyum. Talan er um allar útbúgvingarnar í landinum. Frá miðnámi og tekniska skúla til Vinnuháskúlan og Fróðskaparsetur Føroya v.m. Harumframt fevnir avtalan eisini um lærlingar. Lestrarkortini eru gjørd í samstarvi við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.

  • Vit skulu boða frá, at freistin at skráseta seg til ókeypis lestrarkort er fríggjadagin 1. november, sigur Hanus Samró, stjóri í ??.
  • Tað skal sigast, at í hesum umfarinum verður ikki møguligt at skráseta seg aftaná 1. november, tí tá fara vit undir fyrireikingarnar til komandi skúlaár.


Síðst í september fingu 1380 lesandi ókeypis lestrarkort. Tað er 35% av øllum, ið nema sær útbúgving í Føroyum. ?? boðaði beinanvegin frá, at lesandi, ið ikki høvdu skrásett seg, fingu møguleikan at skráseta seg. Tann freistin er fríggjadagin 1. november.

  • Higartil hava 1760 lesandi skrásett seg, men vit hava gjørt eina lítla lýsingaherferð, so tað er mín vón, at fleiri skráseta seg komandi dagarnar. Tað hevði verið óført, um vit komu uppá 2000 lestrarkort, tí tað er helvtin av teimum, ið eru undir útbúgving í Føroyum.


?? hevur avtalur við kaféir, tannlækna, bókasølu, venjingarmiðstøð og klædnahandlar, har lesandi fáa avsláttur við lestrarkortinum. Avtalurnar síggjast á www.o.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder