Hvat var tað, sum larmaði so illa fram móti midnátt týskvøldið?
Fólk í Klaksvík hoyrdu tað, tað gjørdu fólk á Húsum eisini og tað gjørdu fólk í Leirvík eisini.
Tað í sjálvum sær var ikki so løgið, tí hasi plássini liggja ikki so
langt frá hvørjum øðrum. Løgnari er tað kanska, um tað ljóðar sum eitt
lokalt fyribrigdi, at fólk á Eiði og í Vestmanna hoyra tað sama - og um
somu tíð.
Portal.fo ringdi vestur á flogvøllin og fekk at vita, at tey ikki kundu
hjálpa okkum, tí hjá teimum var einki skrásett. Flogvøllurin stongdi um
níggju tíðina týskvøldið, og tí høvdu tey onga fráboðan fingið um nakað
flogfar. Og ein fyrispurningur til íslendsku myndugleikarnar, sum hava
eyguni við føroyska loftrúminum vísti, at heldur ikki har høvdu tey
skrásett nakað flogfar, sum skuldi havt flogið lágt yvir Føroyum.
Les meira á portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald