JN

??happ á kloakkbrunni í Sandavági

...

2014-06-04 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Nógva regnið hevur tíverri havt við sær, at fólk møttu eini ótespiligari sjón norðanfyri kirkjuna í Sandavági, tá kloakk-vatn var komið út um alt økið. Menn hjá kommununi hava verið á staðnum og bøtt um støðuna og ein fyribils loysn er gjørd, so hetta vónandi ikki hendir aftur.
Kommunan fer eftir summarfrítíðina undir eina systematiska kanning av kloakkíbindingum í økinum, so at møguligir feilir kunnu finnast.
Áðrenn farið verður undir átakið, verða kunningarskriv send út til tey húskið, sum verða ávirkaði av kanningini. Skrivar Vága komuna á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder