JN

??happ á Klaksvík: Slættaberg rent á ??got

...

2014-02-25 21:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri góðum tíggju minuttum síðan fekk løgreglan fráboðan úr Klaksvík um, at Slættaberg hevði rent á ??got, sum liggur við bryggjuna við Norðborg.


Fyrsta fráboðanin kom frá privatpersóni, og lítla løtu seinni ringdi manningin av ??got, sum segði, at skipið var farið at leka av samanstoytinum.

Løgreglan veit í løtuni ikki meira, tí tað er so stutt síðan at óhappið er hent.

Á myndini síggja vit, at tað er nógvur roykur frá skipinum eisini, men tað ber ikki til at siga, um roykurin hevur nakað við óhappið at gera, tað skrivar portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder