Mentan

??ðrvísi Bátastevna í Vestmanna

...

2020-05-22 06:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í ár verður Bátastevnan á netinum, og vóna vit at føroyingar kring landið fara at hugna sær saman við okkum.

Á eini Bátastevnu skulu sjálvsagt eisini verða bátar, og vóna vit at síggja fleiri bátar á vágni.

Konsertin verður leygarkvøldið frá kl.18.00 ??? 01.00, og verður stroymd á bs.fo, kvf.fo og umvegis facebooksíðuna hjá Bátastevnuni.
Vit fylgja tilmælum landsins, og er tað tí ikki møguligt at samlast á økinum á kajuni, men ístaðin ber tað til at sita í bili til ???drive inn??? konsert í fjarstøðu ella heima í stovuni.

Vaktarfólk verða á kajuni og skipa ferðsluna.

Vælumtóktu Bátastevnubúffarnir verða seldir á kajuni frá kl.17.00 og kunnu bíleggjast á tlf. 522253 ella 724651 frá fríggjadegnum kl.16.00. ??tkoyring í Vestmanna/avheinting verður millum kl. 17.00 og 21.00.
Fyri einans 150 krónur fæst búffur, sós, rómaeplir og salat.

Skráin er hendan:

17.00 ??? 21.00 Bátastevnubúffar verða seldir á kajøkinum

18.00 ??? 19.00 Bubu barnatiltak

19.00 ??? 20.00 Magni Christiansen

20.00 ??? 21.00 Tinganest

21.00 ??? 22.00 Jens Marni

22.00 ??? 23.00 Eyðun, Terji og Kim

23.00 ??? 24.00 Signar í Homrum

00.00 ??? 01.00 Dynamit

Vit gleða okkum og síggja fram til eitt gott tiltak.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder