2013-10-29 01:51
Portal.fo: Tað hevur verið himmalsins ódnarveður í Danmark í dag. Enn er veðrið
ringt og vindurin nógvur, og tað ávirkar eisini flogferðsluna úr
Keypmannahavn til Føroya í kvøld.
Flogfarið RC459 úr Keypmannahavn, sum skuldi seta seg í Vágum klokkan
20:20, er seinkað, og seinasta fráboðanin er, at tað lendir klokkan
22:00.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, segði fyri løtu síðani, at tað
gekk seint at fáa fólk í land í Keypmannahavn, og at fólk nú standa í
bíðirøð til at sleppa avstað aftur. Atlantsflog roknar við eini seinking
upp á góðar tveir tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald