Mentan

Nýtt staklag frá Ronnie

...

2021-06-21 13:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í fjør gav Ronnie sangin ???Bygdafrell??? út, sum varð sera nógv spældur í Føroyum, og nú er hann klárur við hansara triðja staklagi.

Nýggjasti sangurin kallast "Lívsins Leið" og snýr seg um at vera ungur og forelskaður, at verða ungur pápi og lívið aftaná tað. 

Sangurin er framleiddur av Julian Andreasen/Dori Music í hansara egna studio, og Henning Jensen spælir guitar.

Eitt tónleikasjónband er gjørt til sangin, og tað hevur Allan Korsager Davidsen tikið sær av.

Sangurin er at finna á Youtube og kemur seinni at kunna hoyrast á m.a. Spotify


Orð & lag: Ronnie Korsager Davidsen

Lagt til rættis: Julian Andreasen & Ronnie Korsager Davidsen

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

Guitarsolo: Henning Jensen

Framleitt og ljóðblandað: Dori Music / Julian Andreasen

Tónleikasjónband: Allan Korsager Davidsen og ??-Media

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder