2018-05-24 18:01
í morgin 25. mai kemur nýtt staklag hjá FROSTFELT út sum eitur 'Angel'.
Nýggja staklagið hjá FROSTFELT, 'Angel', er eitt sterkt popp lag ið Líggjas Olsen hevur gjørt í samstarv við tónleikarinum/ framleiðarinum SAKARIS. Samanblandingin av strokljóðføri og elektroniskum tónleiki skapar eina kensluborna og innarliga uppliving.
'Angel' er staklagið frá komandi útgávuni 'Lightworks', sum kemur út seinni í ár. FROSTFELT hevur higartil givið út tvær fløgur, seinast 'Youniverse' frá 2016. Í Kvørnini bleiv sagt um 'Angel': ???Hetta er tað besta eg havi hoyrt frá Frostfelt???.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald