Sjúkrahúsverkið bjóðar nú fólki við sclerosu eitt nýtt miðvíst og skipað endurvenjingartilboð. Talan er um tilboð, ið fer fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Talan er um eitt intensivt skeið í tríggjar vikur, har luttakararnir fáa ymsar venjingar, útspenning o.a. Harumframt fáa luttakararnir bjóðað undirvísing í kosti, ætlað fólki, ið eru rakt av sclerosu, taluvenjingar við logopædi og røkt.
Skeiðið er skipað sum bólka- og einstaklingarvenjingar og tey, sum standa fyri nýggja endurvenjingarskeiðinum eru fysio-, ergoterapeutar og røktarstarvsfólk.
Tey sum luttaka fáa bjóðað innivist á gestagongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta hevur verið eitt stórt ynski frá teimum, so tey betur kunnu hugsavna seg um endurvenjingina.Tað eru kommunulæknar, sum senda ávísing til Sjúkrahúsverkið.
- Hetta tilboðið hevur verið leingi ávegis og tað er ein góð kensla, nú vit eru komin á mál, sigur Alexandra á Dul, stjóri í Sjúkrahúsverkinum.
- Sjúkrahúsverkið hevur seinastu mongu árini bjóðað borgarum við sclerosu endurvenjing, men tá hevur talan verið um einstaklingatilboð. Royndirnar við bólkavenjingum eitt nú til sjúklingar við Parkinson á Suðuroyar sjúkrahúsi, siga okkum, at tað eisini gevur nakað eyka, tá fólk við líknandi avbjóðingum, eru saman styttri tíðarskeið.
Fyrsta endurvenjingarskeiðið byrjar 4. oktober 2021 og er longu fult teknað.
Talan er um eitt føroyskt konsept, og ætlanin er ikki at tað skal koma ístaðin fyri verandi tilboð og avtalur, ið Sjúkrahúsverkið hevur við Haslev Sclerosehosptal. Fimm til seks fólk við sclerosu fáa bjóðað uppihald á Haslev Sclerosehospital árliga og hendan avtalan heldur fram.
Vitan ið fremur ??? undirvísing til heilsustarvsfólk??tlanin er eisini at skipa fyri undirvísing fyri heilsustarvsfólkum í rehabilitering og røkt innan økið. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Haslev Sclerosehospital, har tað eru fysio-, ergoterapeutar og sjúkrarøktarfrøðar, ið standa fyri undirvísingini.
Seinasta heyst skipaði Klaksvíkar Sjúkrahús fyri undirvísing, har millum annað heilsustarsfólk frá Almannaverkinum, kommununum og starvsfólk frá Sjúkrahúsverkinum luttóku. Undirvísingin varð væl móttikin, og fleiri eftirlýstu undirvísingina sum eitt afturvendandi tiltak.
Klaksvíkar Sjúkrahús og Haslev Sclerosehospital tosa nú saman um at skipa fyri undirvísing fyrst í oktober og aftur bjóða heilsustarvsfólkum hjá Almannaverkinum og kommunununum at luttaka.
- Tað er sera umráðandi, at vitanin innan sclerosu kemur út til tey heilsustarvsfólk, ið eru um borgaran við sclerosu. Vit í Sjúkrahúsverkinum taka fegin á okkum leiklutin at deila hesa vitan, so heilsustarvsfólk í Føroyum kunnu fáa eina felags fatan um sclerosu, og hvussu vit á besta hátt kunnu veita endurvenjing innan økið, sigur Alexandra á Dul, stjóri í Sjúkrahúsverkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald