Mentan

Nýtt Leiklistaráð valt

...

2020-10-08 07:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini.

Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild.

Limirnir frá 1.10.2020-30.09.2023 eru:

  • ??lavur Jøkladal, formaður, tilnevndur av landsstýrismanninum
  • Birna Heinesen, tilnevnd av landsstýrismanninum
  • Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
  • Búi Dam, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
  • Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
  • Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya
  • Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð

Formaður næstu trý árini verður ??lavur Jøkladal, sum er cand. mag. í tónleikavísindum og norðurlendskum máli. Hann hevur drúgvar royndir á mentanarpallinum sum kórleiðari og tónaskald, umframt at verða fíggjar- og roknskaparkønur.

Birna Heinesen, cand. mag. í dramaturgi, hevur sitið eitt skeið frammanundan fyri LISA, og Jóan Petur Hentze er afturvaldur fyri Tórshavnar býráð. Hinir limirnir eru allir nývaldir.

Leiklistaráðið hevur heimild í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. Sambært lógini skal landsstýrismaðurin seta Leiklistaráðið við sjey limum, og hann skal sjálvur tilnevna formannin umframt ein lim. Annar av hesum skal vera fíggjar- og roknskaparkønur. Leikarafelagið, LISA MÁF, Tjóðpallur Føroya og Tórshavnar býráð skulu tilmæla hvør sín lim. Limur Tjóðpalsins er starvsfólkaumboð, ið verður skift annað hvørt ár. Limirnir í Leiklistaráðnum skulu hava kunnleika til mentan og palllist.

Uttanríkis- og mentamálaráðið,

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder