Mentan

Nýstovnaða ríðingarfelagið, Sleipnir, í Eysturoynni hevur fingið nýtt búmerkið

...

2020-08-26 17:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Nýstovnaða ríðingarfelagið, Sleipnir, í Eysturoynni hevur fingið nýtt búmerkið.

Fyrr í ár útskrivaði felagið búmerkjakapping og inn komu 13 uppskot. Ein samd nevnd valdi uppskotið hjá hollendsku Claire Oude Aarninkhof.

Grundgevingin fyri valinum er, at vinnandi uppskotið á ein áhugaverdan og hugfangandi hátt lýsir áttabeinta hestin Sleipnir. Búmerkið er eyðkent og týðiliga sniðgivið. ??ttrykkið er einfalt við linju og rørslu og peikar bæði aftur í tíð og fram í tíð. Búmerkið er sera prentvinarligt.

Nevndin takkar fyri nógvu og góðu uppskotini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder