2017-12-29 14:36
Fyrsti leikur, ið verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í 2018, verður dansisýningin "Above and Beyond", ið er gestaleikur við føroyska dansaranum Búa Rouch og ísraelska koreografinum Daphna Horenczyk.
Í stykkinum verða talgild ovurstimbran og møði í 21.øld viðgjørd. Áskoðarin traðkar inn í eitt ein heim við estetiskum íblástri úr surrealismu, 60ara science fiction og hipstaramentan, har tveir gátuførir leiklutir útføra royndarvirksemi, ið trýstir kognitivu og kropsligu førleikarnar til tað ytsta.
Við modernaðum dansi, performance list og einari heimagjørdari elektroniskari maskinu, uppstendur eitt pall-landslag og ein hendingargongd, ið umskapar kropparnar hjá dansarunum, og markið millum tað menniskjasliga, mekaniska og talgilda.
Harvið verður speiskliga sett spurnartekin við nøkur av núverandi tøkniligu rákunum í heiminum, við troytta og útlúgvaða kroppurin sum metafor fyri gjónna millum ta ovurstóru mongd av kunning, ein noyðist at halda skil á í 21.øld, og hvat okkara kroppar og tilvitska evolutionert megna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald