2013-09-27 17:56
Blái Krossur hevur sett nýggjan leiðara í sosialu eindini. Talan er um 27 ára gamla toftamannin Ova Brim.
Ovi var í summar liðugur við gudfrøðislesturin á universitetinum í Keypmannahavn, og hann er í løtuni á pastoralseminarinum í Keypmannahavn.Ovi er giftur við Hallgerð og tey eiga ein son. Ovi kennir væl til blákrossarbeiði, og hann er eisini virkin innan sjálvboði arbeiði av ymsum slag eins og ítrótti.
Virksemið innan sosialu eindin hjá Bláa Krossi er serliga í Havnini. Tað fevnir millum annað um Umsorganarheimið í Grønulíð, Skjólið í Kongagøtu og tveir búfelagsskapir. Innan sosialu eindina eru 5 lønt starvsfólk og 10-15 sjálvboðin.
Ovi byrjar í nýggja starvinum 1. januar 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald