Nú eitt hálvt ár er liðið, síðani nýggja útvarpsrásin VoxPop fór at senda, vísir ein lurtarakanning, at nógv fólk lurta hvønn dag. Eisini hin rásin, KissFM, sum fór at senda hálvan mars, er væl umtókt.
Nýggja kanningin, sum framleiðslutøkningar á Tekniska Skúla í Havn hava gjørt, vísir, at nógv flest ungfólk í Tórshavn lurta eftir nýggju útvarpsrásini VoxPop.
Tá spurt varð, hvørja útvarpsrás tú lurtar mest eftir, svaraðu 52 prosent av teimum millum 15 og 24 ár, at tey lurta mest eftir VoxPop, meðan 13 prosent lurta mest eftir systurrásini KissFM. Samanlagt lurta 65 prosent av teimum spurdu millum 15 og 24 ár mest eftir báðum nýggju útvarprásunum VoxPop og KissFM, meðan 20 prosent lurta mest eftir Rás2 og 15 prosent lurta eftir útvarpinum hjá Kringvarpinum.
ALLIR ALDURB??LKARKanningin vísir eisini, at í aldrinum 15 til 90 ár lurta 46 prosent mest eftir Kringvarpinum, 23 prosent mest eftir VoxPop, 18 prosent mest eftir Rás2, 11 prosent mest eftir KissFM og 2 prosent mest eftir Lindini.
Eisini varð spurt, hvørjari útvarpsrás verður lurtað mest eftir á arbeiðsplássinum. Har lurta 41 prosent mest eftir útvarpinum hjá Kringvarpinum, 27 prosent mest eftir VoxPop, 18 prosent mest eftir Rás2 og 13 prosent mest eftir KissFM.
Tilsamans blivu 539 fólk í Tórshavn spurd, sum er umleið sama tal, ið verður brúkt, tá veljarakanningar verða gjørdar.
JN
Nýggju útvarpsrásirnar nógvar lurtarar
...
2014-06-06 03:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald