Vinna

Nýggju eigararnir av Reynsatindi rigga nú til

...

2014-03-04 21:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Reynsatindur fær navnabroyting til Pison.

Nýggju eigararnir av Reynsatindi eru nú komnir vestur at rigga skipið til. Reynsatindur hevur ligið í meira enn eitt ár á Miðvági, men nú hava nýggju eigararnir sett í gongd og gera klárt at fara til Klaksvíkar við skipinum.

Teir rokna við, at verða klárir at fara til fiskiskap um mánaðarskiftið mars/apríl, og vóna at sleppa ein túr á Flemmish Cap beinanvegin klárt er.

Nýggju eigararnir er vanir við skiparakstur, onkur av teimum hevur fingist við skip við útvið 30 ár.

Vit spurdu teir, hvat teir hildu um nýggja skip teirra.Jú, skipið sær bara hampuligt út - hildu teir - og keypspeningurin er eisini á eini leið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder