2018-01-06 15:42
Í annaðkvøld, sunnukvøldið, 7. január kl. 18, verður ein serlig nýggjárs-sangløta við felagssangi og nøkrum framførslum í Siloa í Fuglafirði!
Sungið verður úr Nýggju Sangbók, og nú vit fóru um eitt ársskifti, verður serligur dentur lagdur á sangir, sum á onkran hátt endurspegla hetta.
Umframt nógvan felagssang fara vit at hoyra Mariu á Lakjuni, Sólju Hansen, Barnakórið og Bárð á Lakjuni syngja fyri okkum.
Komið og syngið við ??? og lurtið! ??ll eru meir enn hjartaliga vælkomin.
Aftaná verður ein drekkamunnur at fáa!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald