Sum siður er, skipar ítróttarfelagið Frælsi fyri árligu nýggjársrenningini 1. januar 2018. Í ár verður runnið og gingið frá Sandavágs kirkju til Miðvágs kirkju.
Nýggjársrenningin er eitt afturvendandi tiltak, sum skipað hevur verið fyri í nøkur ár, har skift verður at ganga og renna ímillum kirkjurnar í oynni. Nýggjársrenningin og ítróttarguðdsænastan er ein góð byrjan uppá nýggja árið, at røra seg og fáa kropsliga og andaliga føði.
Ítróttarguðstænastan verður í ár í Miðvágs kirkju, har Henning Bøgesvang prestur prædikar.
Byrja verður við Sandavágs kirkju kl. 14.00 og ítróttarguðstænastan verður kl. 15.30.
Tá komið er á mál við Miðvágs kirkju, verður møguligt at skifta í kirkjukjallarinum, og við stuðli frá FK verður bjóða uppá frukt, vatn og saft.
Tað er kalt úti, so viðmælt verður at vera væl ílatin og at vera í endurskinsvesti.
??ll, stór og smá, ung og eldri, eru hjartaliga vælkomin til guðstænastu, eisini tey sum ikki íðka ítrótt!
Við ítróttar- og nýggjárskvøðu
Nevndin í Frælsi og prestarnir í Vágum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald