2021-12-31 09:27
Aftur í ár skipar felagið fyri frælsan ítrott í Vágum, FR??LSI, fyri árligu nýggjársrenningini. Enn einaferð hava vit høvið til at byrja eitt nýtt ár við at røra okkum, sum Heilsuráðið leggur upp til.
Vit møtast á parkeringsøkinum við Miðvágs kirkju kl. 14.00, og runnið ella gingið verður frá kirkjuni. Túrur 1 er: út á Bakka og aftur til kirkjuna. Túrur 2 er: inn á Nes og omaneftir Kovabrekkuni og aftur til kirkjuna. Túrur 3 er: inn til Sandavágs kirkju, og aftur til Miðvágs kirkju. Orsakað av serligu smittustøðuni, verður eingin guðstænasta, men vit enda dagin við at syngja Tjóðsangin saman framman fyri kirkjuni. Mint verður á tilmælini frá myndugleikunum.
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Frælsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald