Kl. 8.38 í morgun lendi nýggj tyrla av slagnum AW-139, sum Atlantic Airways hevur leigað í samband við oljuborðingarnar, sum verða á landgrunninum í vár og í summar.
Tyrlan er leigað frá stóra felagnum CAC og kemur úr Englandi - hon hevur eyðkennisstavirnar OY-HIM
Atlantic Airways hevur frá byrjan verið við í oljuleitingini við Føroyar, teir hava havt alla flúgvingina um hendi. Tað eru føroyingar sum manna tyrluna, eisini verður alt viðlíkahaldsarbeiðið av tyrluni gjørt í Føroyum av føroyingum
Marius Davidsen hjá Atlantic Airways sigur við JN.fo, at tyrlan er leigað í hálvt ár, men at leigusáttmálin kann leingjast.
Hendan tyrlan kann eisini brúkast til innanoyggja flúgving, men verður ikki brúkt til bjarging.
??tlandi byrjar Statoil at bora um hálvan apríl, tað fyrsta, sum verður borað verður Brugdan-2, sum ikki bleiv liðugt borað í 2012, tí tað dróg so langt út, tí varð avgjørt at steðga fyribils við boringini tá.
Seinni í ár - tá Brugdan-2 er liðugt borað - verður farið undir at bora ein brunn aftrat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald