Vinna

Nýggja Gitte Henning komin til Skagen

...

2014-04-06 01:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggja Gitte Henning, ið er heili 86,3 metrar lang og 17,6 metrar breið og somuleiðis størsta fiskiskipið í danska fiskiflotanum kom til Skagen í dag.

Stórt hátíðarhald var fyri nýggju Gitte Henning, ið kom til Skagen fyri fyrstuferð í dag, har skipið hevur heimstað.

Gitte Henning er bygt á skipasmiðju í Turkalandi, og skuldi upprunarliga koma til Danmarkar síðsta summar, men av tí at ymiskar seinkar vóru kom skipið fyri fyrstuferð til Skagen í dag.

Nýggja Gitte Henning er ikki einasta skipið, sum kom til Skagen fyri fyrstuferð í dag, Henning Kjeldsen reiðari hevur bygt ein minni trolara, ið hevur fingið navnið Birgitte MArtine og umbygt eitt annað fiskiskip til ein minni nótabát, ið eitur Myggenes, hesir báðir komu eisini fyri fyrstuferð til Skagen í dag.

Fyrrverandi Gitte Henning varð seld til reiðaríði Asbjørn A/S fyrr í ár og heuvr fingið heimstað í Hirtshals.

Kelda: skipini.fo, har myndirnar eisini eru frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder