Mentan

Nýggj týðing av Nýggja Testamenti

...

2014-05-28 14:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ásamkomu í Bispagarðinum, fyrr í vikuni, varð týðingin av Nýggja Testmenti formelt handað Føroyska Bíbliufelagnum.


Tað er Hans J. Joensen, biskupur, sum hevur týtt Nýggja Testamenti úr grikskum, sum Nýggja Testamenti varð skrivað á, saman við Kjartan Mørkøre, Jens Vilhelm Danielsen og Dánial á Dul Jacobsen.

Arbeitt hevur verið við hesum í mong ár, og nú eru so formalitetirnir komnir upp á pláss og Bíbliufelagið fer nú at gera handritið klárt til royndarútgávu.

Bíbliufelagið hevur aðalfund mikudagin 28. mai kl. 19.30 í Hoyvíkar kirkju, har m.a. greitt verður nærri frá arbeiðinum hjá Bíbliufelagnum.

Á fundinum fer gestarøðarin, Morten Thomsen Højsgaard, aðalskrivari hjá danska Bíbliufelagnum at greiða frá virkseminum í hesum felagnum.

Eisini syngur Martin Joensen nakrar sangir.

Les meira á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum www.biblia.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder