Mentan

Nýggj ritstjórn í Varðanum

...

2020-06-15 11:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Varðanum



Nýggja ritstjórnin hjá Varðanum sóknast eftir tilfari


Í skjótt 100 ár hevur mentanarritið Varðin verið trúfastur boðberi av føroyskari mentan. Millum ár og dag hava nógv mentafólk ritstjórnað ritinum, og hesi seinastu 5 árini hevur Dorit Hansen við hepnari hond borið ritið víðari inn í nútíðina við áhugaverdum tíðargreinum, ummælum og væl viðgjørdum upprunatekstum frá føroyskum høvundum.

Nú Dorit leggur frá sær, ber hon stafettina víðari til eina ritstjórn við trimum kvinnum, tveimum bókmentafrøðingum og einum høvundi, Sanna Andrassdóttir Dahl, Sanna Klein og Rakel Helmsdal.

Nýggja ritstjórnin fermentanarrit. Tað er ikki nóg mikið, at mentanartíðindi finnast á netinum í stuttlívaðum netmiðlum, men eisini í pappírsformi, har tað verður ein partur av okkara mentanarsøgu.

Ritstjórarnir hava ymiska bakgrund og kunnu tí lætt skapa fjølbroytni í tekstum og innihaldi. Tær vilja, at pláss skal vera fyri ymiskum tekstsløgum og at geva debutantum pláss. Tær ætla eisini, at javnvág skal vera millum kyn og aldur av teimum, sum skriva og teimum, skrivað verður um.


Ritstjórnin sóknast sjálvandi eftir tilfari til komandi Varðan, hetta kann vera:

??? Yrkingar, stuttsøgur og annað bókmentanarliga forvitnisligt tilfar
??? Mentanargreinar
??? Ummæli av bókmentum, myndlist, tónleiki, filmi, sjónleiki og øðrum listagreinum
??? Týðingar av yrkingum, stuttsøgum o.ø.
Freist at senda nýtt tilfar til Varðan er 10. august. Hetta er ikki long freist, men tær vóna, at fólk hava tilfar liggjandi ella vilja nýta ein part av hesum vakra summarinum at skriva tilfar, sum tey hava hug at fáa í Føroya einasta mentanarrit.

Tilfarið skal sendast til[email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder