2018-05-05 10:52
Arbeitt verður við at byggja nýggja kirkju á Argjum. Í hesum sambandi skipar kirkjuráðið fyri kunnandi fundi í skúlanum á Argjahamri mikukvøldið 9. mai kl 19.30. Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at greiða frá mannagongdini viðv. kirkjubygging, og Brim-arkitektar fara at greiða frá projektinum og vísa fram model av kirkjuni. Høvi verður eisini at seta spurningar. ??lavur Højgaard fer at luttaka við sangi. ??ll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sigur kirkjuráðið. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald