Tað er úrslitið av nýggjari spurnakanning, sum Fyndin hevur gjørtísamstarvi við Spyr.fo. Tey, sum svaraðu kanningini, vóru 427 fólkíFøroyum, sum eru 60ár og eldri.
Orsøkin til júst hesa kanningina er, at sjóneykan, seinastuáratíggjuni,ístørri og størri mun er settákropsliga vælveru. Framstig á hesum økinum hava havt við sær, at miðalaldurin er munandi øktur.
Hóast hesi framstig eru týdningarmikil, hava vit gloymt nakað serstakliga umráðandi, nevniliga vælveru hjá teimum eldru, tí eitt longri lív hevur ikki neyðturviliga meiri vælveru viðsær, sambært???Udforsk Sindet???. Tey spyrja samstundis, hvat tað í veruleikanum er, sum gevur teimum eldru vælveru. At vera frískur og hava góða likamliga heilsu hevur sjálvsagt sera nógv at siga, men taðer bara ein partur av tí, siga tey. Mental heilsa er nevniliga eisini týðandi, tátalan er um vælveru. Tíum mentala heilsan ikki er nóg góð, so kann hetta forða fyri, at ein kann njóta lívið, hóast likamliga heilsan er nóg góð. Tey hava í hesum sambandi fýra heilsuráð til, hvussu tey gomlu kunnu betra mentalu heilsuna og fáa meira mentala vælveru. Ráðini eru hesi: Túskalt góðtaka teg sjálva/n og tína fortíð, tú skalt hava okkurt at gleða teg til, túskalt hava góð sosial sambond, og túskalt kenna, at túhevur ræði á tínum gerandisdegi og á, hvussu títt lív skal vera í framtíðini.
Viðtífyri eyga at fáa at vita, hvussu taðstendur til hjá teimum eldruíFøroyum, tá tað kemur til hesi viðurskifti, vórðu føroyingar, sum eru 60ár og eldri, spurdir seks spurningar.??rslitið var sum nevnt serstakliga positivt.Ínýggjasta blaðnum, sum er í sølubúðunum nú sært tú, júst hvussu tey svaraðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald