Í hesi vikuni, kemur út ein nýggj andalig fløga undir heitinum Tú Leitar.
Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon er ókeypis og kemur sostatt ikki út í nakrar sølubúðir.
Tað er Eyðun Jacobsen sum er stigtakari og samskipari av fløguni.
Fløgan inniheldur 18 skeringar. Sangirnir vera sungnir av ymiskum bólkum og eistaklingum.
Tey sum luttaka á fløguni eru: ??lavur á Váli Olsen, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Petur Hans Hansen, Terje B Vestergaard, Tóra við Keldu, Oasubrøður, Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Bill Justinussen, Pauli Høj, Torkil Mørkøre, Kristina N Hansen, Eyðun Jacobsen, Blátt Gras, Lisa Frederiksberg, Zamar, Vitin og Magni Cristiansen.
Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC í USA, meðan røddirnar eru innsungnar í Føroyum.
Í samband við fløguútgávuna, verður ein útgávuløta í Kelduni, Skálabotni, sunnukvøldið 15 apríl kl 20, har fleiri av teimum sum eru við á fløguni koma at luttaka.
Tað verður ókeypis atgong, tó verður ein innsavnan til átakið.
Fleiri upplýsingar um fløguna finnast áwww.facebook.com/tuleitar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald