Herborg Torkilsdóttir, f.1977 , búsitandi í Nólsoy :
Herborg er nýggj á tónleikapallinum, men hevur verið sera aktiv í seinastini og hevur útgivið 7 stakløg, síðan mars 2019 ???fleiri av løgunum hava verið í umfar í útvarpinum, m.a. ???Lalala???, ???Are you sure???, ???Maybe Baby??? og seinast hennara fyrsta føroyska staklag ???Hvat hugsar tú????.
Herborg skrivar sjálv tekstir og løg, og hevur eisini skriva hetta lagið.
Terji Rasmussen, f.1966, búsitandi í Nólsoy :
Terji er tónleikari og sangskrivari, og hevur verið sera virkin innanfyri tann føroyska tónleikaheimin í nógv ár, bæði sjálvur og í bólkum, so sum ???Terji og Føstufressar???, ???Moirae??? og ???Frændur???. Seinasta lagið kom út beint fyri jól 2019, og kallast ???So sigst??? ??? enn eitt lag, sum er móttikið sera væl av hansara trúfasta lurtaraskara.
???Over The Top??? :
Lagið er eitt atypiskt kærleikslag ??? ein ???beauty and the beast???søga, um kvinnuna, sum elskar sín mann, hóast ongin skilur hana ???útattil er hann arrogantur, men tá tey eru einsamøll, er hann bleytur sum smør.
Stílurin er country/storytelling.
Hetta er fyrsta duettin hjá Terja Rasmussen, og fyrstu ferð hann er við á einari enskari útgávu.
Terji Rasmussen og Niclas Johannesen hava framleitt og spælt instrumentini inn, og Lena Anderssen hevur hjálpt við tí ensku úttaluni. Kristoffur Mørkøre skal ljóðblanda og mastra.
Videolagið er upptikið av Rógva Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald