JN

Nýggj bankatænasta: Swipp - flyt pening millum fartelefonir

...

2014-03-12 20:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

EIK.fo

Nú verður ólíka lættari at flyta pening. Við Swipp ber til at flyta pening av kontu hjá tær á kontu hjá øðrum - at swippa - bert við at kenna fartelefonnummarið hjá móttakaranum

Swipp tænastan hevur verið brúkt uttanlands í eina tíð, og í Danmark er talið av swipp brúkarum í skjótum vøkstri.

Á kaffistovuni, í bindiklubbanum ella á arbeiðsplássinum; vit kenna øll til, at onkur leggur út fyri hini; onkuntíð til felags gávu ella líknandi, ella tí ein ikki hevur reiðan pening uppi á sær.

Við Swipp verður hetta ólíka lættari. Eru fólk tilmeldað Swipp, ber til at flyta teimum peningin beinanvegin.

Swipp

Við Swipp kanst tú skjótt og lætt senda pening til onnur við fartelefonini - bert við at kenna telefonnummarið. Tú sendir ynsktu upphæddina til fartelefonnummarið hjá móttakaranum, og við eitt er peningurin á kontu hjá honum.


Ikki er neyðugt at kenna kontunummarið hjá móttakaranum, og tú sleppur undan at hava reiðan pening uppi á tær. Tað einasta sum krevst er, at tú hevur eina smartphone við netsambandi og at tú og móttakarin eru tilmeldað swipp.


Tú kanst "swippa" upp til 3.000 kr. um dagin, og tú hevur altíð eitt fullfíggjað yvirlit yvir tíni "swipp" á fartelefonini.


Melda teg til Swipp gjøgnum netbankan á telduni ella á fartelefonini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder